Maðkur, mykja, trimpil, beton og madrassa

Rithøvundur: Jóan Pauli Joensen
Lesari: Durita Joensen
Tal av fløgum: 1 MP3
Tíðin: 3 tímar 0 minuttir
Útgávuár: 2020 (MP3)

 MAÐKUR MYKJA TRIMPIL BETON OG MADRASSA


Hesi fimm smávísindaligu siðsøgubrotini lýsa tættir í føroyskari siðsøgu. Læknin P.L. Panum kom í læknavísindaligari grein í 1846 at nerta við eym viðurskifti, og tað fekk ávísar føroyingar upp á gos. Tað sama gjørdi røða, sum ein studentur helt í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn í 1900 og læt prenta í Føringatíðindum, har hann m.a. fýltist á borðsiðir føroyinga. Broytingar komu og nýggir siðir. Gomlu húsini fóru í søguna, og nýggj komu í teirra stað. Arkitekturin H.C.W. Tórgarð fekk burtur úr teimum gomlu íblástur til nýggj hús, sum hann helt, hóskaðu betur til føroyingar enn tey nýggju, sum komu við stovum, sum hjá teimum flestu bert vóru til pynt. Fyrr svóvu nógv fólk í sama rúmi og minst tvey í hvørji song. Siðsøguliga er nógv broytt, tá ið tað kemur til sengur, madrassur, seingjarklæði og baðirúm. Tað er bert at velja og vraka. At sova er í dag ein partur av privatlívinum, sum onnur einki hava við at gera.

Leita ljóðbøkur fram

Nýggjar ljóðbøkur