Um Ljóðbøkur

Yvirlitið yvir ljóðbøkur á hesi heimasíðuni verður dagført av Ljóðbókatænastuni. Seinni verður yvirlitið flutt undir heimasíðuna hjá Landsbókasavninum.

Ljóðbókatænastan er deild undir Landsbókasavninum, sum tekur sær av at framleiða føroyskar ljóðbøkur, umframt at gera ljóðbøkurnar atgeingiligar fyri almenningin við at útvega bókasøvnunum í Føroyum, Bókamiðsøluni o.ø. ljóðbøkur.

Ljóðbókatænastan samstarvar eisini við onnur, sum framleiða ljóðtilfar, so sum Kringvarp Føroya, ið ger innspælingar av upplestri av bókmentum, umframt forlagið Sprotan, ið bæði framleiðir og selur ljóðbøkur.

Ljóðbókatænastan hevur eina ráðgevandi nevnd, ið umboðar: 

  • Nám
  • Føroya Blindafelag
  • Sjóndepilin
  • Landsbókasavnið
  • Býarbókasavnið
  • Felagið fyri Lesi- og skriviveik

Fyristøðufólk á Ljóðbókatænastuni er Elin Brimheim Heinesen, tlf. 790527, elinh(at)landsbokasavnid.fo

Les meira um Ljóðbókatænastuna hjá Landsbókasavninum HER.