Óendaliga vera
Rithøvundur: Marjun Syderbø Kjelnæs |
Hetta er skaldsøga um gomlu Veru, sum liggur á ellisheimi, og unga Leon, sum vitjar hana. Skaldsøgan vann kapping hjá Bókhandlarafelag Føroya í 2014 um at skriva eina samtíðarskaldsøgu. Dómsnevndin segði soleiðis um skaldsøguna: “Skaldsøgan flytur seg hegnisliga millum samtíð og fortíð í lýsingum av hendingum og persónum í Havn og á bygd í 20. øld og á okkara døgum. Persónslýsingarnar eru sterkar, og myndamálið er neyvt og beinrakið. Samtíð og fortíð, trupulleikar og spurningar hjá fleiri ættarliðum, renna saman í eina heilskapaða og hugfangandi søgu um svik, tøgn, longsul og kærleika.”
“Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað eina episka og ósentimentala bók um tað ósagda. Høvuðsleikararnir, Vera og Leon, eru eykafólk í sínari egnu forteljing vegna sín ótroyttiliga eginleika altíð at tiga, tá tey skulu tosa. Bæði tá talan er um kærleika, religión, familju og dreymar.”
– Pætur Marjunarson Dahl
“At lata eina kvinnu við ongum máli vera høvuðspersón í einari skaldsøgu er bæði originatl og djarvt. Tað minnir okkum á, at eisini tey, sum ikki duga at siga søgur, eru full í søgum – og tær søgurnar kunnu bara rithøvundar fáa fram.”
– Bergur Djurhuus Hansen