Tær bygdu land - 20 kvinnusøgur um gerandislívið í 20. øld

Rithøvundur: Óli Jacobsen                   

Lesari: Paulina av Steinum

Fløgur MP3: 2

Tíðin: 14 tímar, 20 minuttir

Útgávuár: 2018

 Tær bygdu land - mynd av permu

 

Í bókini verður gerandislívið í Føroyum í 20. øld lýst frá einum kvinnusjónarhorni. 20 kvinnur greiða frá sínum gerandisdegi og lívi. Kvinnurnar eru føddar millum 1890 og 1932.
Innihald: Mathilda Jacobsen úr Kaldbak (1890-1982). Gjørdist mamma at 500 børnum ; Lisa Jacobsen (1899-1992). Tá ið sjúkrahús var í Mikladali ; Anna Askham (1901-2005). Gjørdist 104 ára gomul ; Johanna Mathea Skaale (1906-2008). Av Trøllanesi at vera "first lady" í Havn ; Dora Nielsen (1911-2009). Keypmansdóttir í Leirvík ; Hanna í Pálshúsi (1913-2008). Visti í áravís ikki, um drongurin var livandi ella deyður ; Brynhild Absalonsen (1916-2013). Sá jólaskipið søkka ; Marin Skipanes (1916-2011). Ímyndin av bardaganum móti tuberklum ; Dinnafía Ferjá (1917-2008). Vanlukkan umborð á Acorn var ræðulig ; Ása Mikkelsen (1918-). Havt týska vinkonu í meira enn 80 ár ; Hensia Jacobsen (1919-). Fiskimansdóttirin í Streymnesi gjørdist bóndakona í Gøtu ; Anna á Váli (1920-2016). Varð leidd til Norðradals fýra ára gomul ; Mathilda Jacobsen av Eiði (1920-). Misti tveir brøður við Nólsoy í 1934 ; Gerda Einarsson (1922-2010). Av kapitalista- og sosialistaætt á Tvøroyri ; Jonny Lamhauge (1926-). Ein hugtakandi søga um umsorgan ; Ásla Kjærbæk (1926-). Bretski hermaðurin fekk minnið aftur, tá ið hann sá Áslu ; Naena Danielsen (1927-2012). Góður barndómur við missión, skúla og herseting ; Maria Hansen (1928-). Høvdu hervaldið sum grannar ; Jovina Højgaard (1931-). Deyðsboðini, sum ikki komu ; Hervør Djurhuus (1932-). Misti foreldur og systkin.

 

 

Leita ljóðbøkur fram

Nýggjar ljóðbøkur