Tey telgja sær gudar
Rithøvundur og lesari: |
Hetta er ein skaldsøga um vanlig menniskju, ið hava ilt við at fóta sær í lívinum – í hesum føri tríggir brøður, sum royna at fáa innihald í heldur fátæksliga lív sítt. Ongar hetjur eru í skaldsøguni. Hon snýr seg um menniskju, sum í bókmentamáli verða nevnd anti-hetjur. Menniskju verða borin í heim fullkomiliga hjálparleys og eru lutfalsliga veik og bundin at øðrum í øllum í langa barndóminum. Øll hava tí eina ávísa nøgd av undirlutakenslum, sum tey royna at vinna á á ymiskan hátt, mest vanligt við at royna at vinna sær makt. Teir tríggir brøðurinir finna sær hvønn sín máta. Høvundurin leggur dent á tað vitleysa í at gera sær gudar, uppfinna teir, tí tú torir ikki at liva uttan teir. Tú ert so veikur, at tú dugir ikki at finna styrki saman við øðrum menniskjum, men ert noyddur at lofta tær við yvirnáttúrligum verum ella – eftir høvundans fatan – alt ov einfaldum politiskum boðskapum ella øðrum ímyndum.