Berlinaraspirnar

Rithøvundur: Anne B. Ragde                              
Upplesari: Gunnvá Zachariasen
Fløgur: 2
Tíð: 10 tímar, 30 min.
Útgávuár: 2010
Upprunatittul: Berlinerpoplene

 Berlinaraspirna

 

Søgan er um tríggjar brøður. Margido Neshov er gamal drongur, miðskeiðis í fimmtiárunum og biðimaður í Tróndheimi. Á ættargarði uttan fyri býin býr elsti bróðirin, Tóri, saman við tí gomlu mammuni, tí kúgaða og tigandi pápanum og øllum svínunum. Í Keypmannahavn býr triði bróðirin, Erlendur, sum er samkyndur og rýmdi ungur. Hann er vindeygadekoratørur og býr saman við einum manni. Teir tríggir hittast aftur, tá mamman liggur at doyggja, og nú kemur ymiskt fram, sum hevur verið dult.

Leita ljóðbøkur fram

Nýggjar ljóðbøkur