Eg eigi
|
Rithøvundur: Steinbjørn B. Jacobsen |
![]() |
Bókin minnir ikki sørt um Miu og Dia, sum í fleiri ár hevur verið brúkt í skúlanum sum lesibók í teimum yngstu flokkunum. Eitt eyðkennið er, at fá orð verða brúkt til at gera eina pinkulítla gerandissøgu, sum børnini hava lætt við at kenna aftur, og sum er løtt at lesa, tí tónin er lættur og skemtingarsamur.





