Húsfrúgvin í Húsavík
Rithøvundur: Ingun Christensen Myndprýðari: Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim Lesari: Súsanna Tórgarð Tal av fløgum: 1 MP3 Tíðin: 1 tíma 53 minuttir Útgávuár: 2020 (MP3)
|
UM INNIHALDIÐ
Úr søguni: Hóast bóndagarðurin ongantíð hevði verið snotiligari, so fagnaði Arnóra ikki nýggja garðinum, sum so nógv onnur. “At gera alt so stórfingið fær okkum at sýnast hástór,” helt hon fyri. “Tað er sum at veittra við ríkidømi sínum, so øll skulu síggja.” “Tað er eingin orsøk at liva sum fátækafólk, um tú hevur ráð at liva sum greivi,” helt Guðrun fyri.
Skaldsøgan Húsfrúgvin í Húsavíkbyggir lutvíst á hugflog og lutvíst á skjøl, eitt nú Húsavíkarbrøvini, frá 14. og 15. øld. Bókin er partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.
UM RITHØVUNDAN
Ingun Christensen er føroyskur rithøvundur, fødd í 1968 og uppvaksin í Hósvík í einum tveymálsligum heimi við føroyskari mammu og donskum pápa. Ingun búði eini 7-8 ár í Danmark, har hon tók útbúgving sum korrespondentur í enskum/týskum og BA/ED í enskum. Hon hevur arbeitt innan ferðavinnuna, men hesi mongu seinastu árini hevur hon arbeitt sum korrespondentur, skrivari og týðari. Hon hevur skrivað fleiri bøkur og søgur fyri børn og ung.