Katrin í Toftum
Rithøvundur: Ingun Christensen |
![]() |
Úr søguni: “Eg eri komin eftir bandinum,” segði hann við Katrina. “Hví gert tú so nógv hóvasták burtur úr hesum bandinum?” spurdi Katrin. “Tí hetta er eitt serligt band,” segði maðurin. “Eg misti tað handan heystardagin, tú fanst tað á stólpanum.” “Hvussu veitst tú, hvar eg fann tað? Tú lúrdi kanska aftan fyri ein stein?” Røddin á Katrini ljóðaði háðandi. “Gev mær nú bara bandið. Tað er mítt,” segði maðurin bert. “Tú hevur kanska markað tað, eins og pápi mín hevur markað neyt og seyð?” Katrin hugdi hástór at honum. “Nei, men eg havi flættað tað,” svaraði maðurin. “Eg havi flættað tað til hana, eg einaferð skal hava til konu. Tað er eitt ástarband.”
Skaldsøgan Katrin í Toftum byggir á søgnina, Katrin í Toftum. Søgnin um Katrin og huldumannin er úr Hósvík frá seinast í 18. øld. Bókin er partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.