Løgmansdóttirin á Steig

Rithøvundur: Ingun Christensen
Upplesari: Bjørg Jónheðinsdóttir Tróndheim
Fløgur Mp3: 1
Tíð: 1 tíma, 32 minuttir
Útgávuár: 2020
 LØGMANSDÓTTRIN Á STEIG

Úr søguni: “Tá ið løgmaður kom av aftur skipinum, var hann ógvuliga fáorðaður og fór beint inn á skrivstovuna hjá sær. Tá ið hann eftir drúgva løtu kom út aftur, fortaldi hann, at fransaskiparin hevði borið upp bønarorð. Hann vildi hava Elin Katrinu til konu. Løgmaður hevði roynt at greitt frá, at dóttirin var trúlovað øðrum manni. “Men tað var sum at sletta vatn á gás,” suffaði hann. “Eg fekk bjóðað bæði gull og silvur. Ja, eg hevði verið ríkasti maður í Føroyum, um eg seldi teg, Katrina góða.” Løgmaður sendi dóttrini eitt sorgblítt smíl. “Hetta boðar ikki frá góðum,” mutlaði løgmansfrúan og bant bundna turriklæðið tættari um seg.”

Skaldsøgan Løgmansdóttirin á Steigbyggir á sagnirnar Løgmansdóttirin í Vágum, Seyðamaðurin á Sondum og Trøllkonurnar við Fjallavatn, umframt annað søguligt skjalatilfar. Søgan fer fram í fyrru helvt av 18. øld. Bókin er krossfiskur og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.

Leita ljóðbøkur fram

Nýggjar ljóðbøkur