Eldsins gáta

Rithøvundur: Henning Mankell

Týðari: Jákup í Skemmuni

Lesari: Súsanna Tórgarð

Fløgur MP3: 1

Tíð: 6 tímar, 14 minuttir

Fyri 12 ár og eldri

Útgávuár: 2020 (MP3)

 

 ELDSINS GÁTA

 

“Sofía situr við eldin. Logarnir eru hóttandi, ikki heitir og vinaligir, sum teir plaga. Hon veit hví. Inni í myrkrinum á mottuni í smáttuni liggur systir hennara Rósa, sum er komin aftur úr Suðurafrika. Og hon er sjúk. Vakra Rósa sum Sofía kann tosa við alt um. Rósa sigur henni frá viðurskiftum, hon einki veit um. Serliga um tað, sum verður rópt kærleiki. Sofía hyggur inn í logarnar og roynir at skilja, hvat bagir Rósu. Øll kunnu jú gerast sjúk. Men hesa ferð er tað sum logarnir royna at siga frá eini stórari vanlukku.”
Bókin “Eldsins gáta” er onnur av trimum bókum um gentuna Sofíu, sum hevur mist bæði systrina og beinini av einari av mongu minunum, sum liggja grivnar ymsastaðni í jørðini í borgarakrígsherjaða landinum Mosambik. Hon noyðist at stríðast fyri at koma á føtur og liva eitt virðiligt lív. Hennara ókúgandi lyndi ger, at vánirnar fyri at fáa eitt eydnusamt lív eru størri enn hjá so mongum øðrum, sum eru í somu støðu sum hon. Í aðru bókini fylgja vit fátæku familjuni hjá Sofíu og stríð teirra móti fátækradømi og vanlukkum. Hesaferð er tað ein onnur systir, sum má líða, tí hon fær sjúkuna AIDS.

Leita ljóðbøkur fram

Nýggjar ljóðbøkur