Víkingar rændu tey

Rithøvundur: Torill Thorstad Hauger

Upplesari: Símun av Skarði

Fløgur MP3: 1

Bond: 5

Tíð: uml. 5 tímar

Útgávuár: 2000 (bond), 2019 (MP3)

Upprunatittul: Røvet av vikinger

 Vikingar rændu tey mynd av permu

Vit eru stødd í Írlandi í 10. øld. Børnini Patrik og Sunniva búgva í einum friðarligum parti av Írlandi beint við eitt kleystur. Tey spæla á bønum og skjóta við boga inni í loyndarfullu skógunum. Hetta er besta summarið fólk vita at siga frá. Men so stevnir eitt ræðandi drekavíkingaskip inn móti landi. Víkingarnir herja á, brenna kleystrið, drepa nakrar av munkunum og stjala teirra dýrgripir. Fólk flýggja ræðslusligin undan teimum, men systkini verða tikin til fanga. Og so gongur ferðin til Noregs, har tey verða kallað Reimur og Tir. Men eftir at hava verið trælir har í eitt ár, gera tey av at flýggja! Hetta er fyrsta bókin í sera væl umtóktu røðini um víkingatíðina hjá norska rithøvundanum Torill Thorstad Hauger, og spennandi lesnaður hjá øllum teimum, íð dáma søguligar skaldsøgur, sum lýsa, hvussu lívið var hjá forfedrum okkara.

Torill Thorstad Hauger var norskur rithøvundur og myndlistafólk, borin í heim í 1943 í Oslo, har hon andaðist í 2014. Hon hevði útbúgving frá Statens Håndverks- og Kunstindustriskole og las fólkalívsfrøði og norðurlendska fornfrøði á Universitetinum í Oslo. Frá 1970–75 arbeiddi hon á Historisk Museum í Oslo, har hon m.a. skipaði fyri framsýningum um víkingatíðina. Flestu bøkur hennara eru barna- og ungdómsbøkur, har nógvar fara fram í víkingatíðini.

Normal 0 false false false DA X-NONE X-NONE

Leita ljóðbøkur fram

Nýggjar ljóðbøkur