Sítt egna rúm

Rithøvundur: Virginia Woolf
Týðari: Bergljót av Skarði
Lesari: Gunnvá Zachariassen
Tal av fløgum: 1 MP3
Tíðin: 4 tímar 46 minuttir
Útgávuár: 2020 (MP3)

 SÍTT EGNA RÚM

 

Sítt egna rúm er ein klassikari í kynjagransking og í stríðnum fyri javnrættindum. Essayið er frá 1929 og kannar evnið ‘kvinnur og bókmentir’. Tað lýsir, hvussu kvinnur gjøgnum tær avmarkingar, sum teimum hava verið settar, hava verið hildnar frá at skriva. At kvinnur, skulu tær verða rithøvundar, mugu hava ráð, t.e. eina ávísa lágmarksinntøku, so at hugur kann ferðast frælsur, og sítt egna rúm, ítøkiliga og – ikki minni – hugmyndafrøðiliga.
Úr bókini: “Tað hevði verið stórt spell, um kvinnur skrivaðu sum menn ella livdu sum menn ella sóu út sum menn, tí um tvey kyn ikki eru nóg mikið, tá ið vit hava í huga, hvussu stórur og fjølbroyttur heimurin er, hvussu skuldu vit so klárað okkum við bara einum? Skuldi uppaling ikki heldur fingið munin fram enn líkskapin? Tí at vit hava ov nógvan líkskap, sum er, og um ein rannsóknarfari skuldi komið aftur og borið tíðindi um onnur kyn, sum standa og hyggja gjøgnum aðrar trækrúnur eftir øðrum himni, so hevði tað verið mannaættini ein stór vælgerð...” Sítt egna rúm, 5. kap.

Leita ljóðbøkur fram

Nýggjar ljóðbøkur