Søgan um hini: 1895-1981
Rithøvundur: Doris Hansen |
Ein lýsing av einum parti av Føroya fólki, ið lítið hevur verið skrivað um: tey brekaðu. Greitt verður frá teimum, sum noyddust av landinum, og teimum, sum vórðu verandi heima. Bókin fevnir um tíðarskeiðið frá aldarmótinum til 1981, ið var ár teirra brekaðu.