Rockall: søgan um Rokkin
Rithøvundur: Niels Juel Arge Upplesari: Jógvan Arge Fløgur MP3: 1 Bond: 4 Tíð: 3 tímar, 26 minuttir Útgávuár: 2000 (bond), 2019 (MP3) |
Føroyingar hava í meira enn hundrað ár fiskað við Rockall og hava hildið seg havt ein ávísan rætt til Rockallgrunnin. Bókin “Rockall” var fyrstu ferð givin út í 1982 og sigur søguna um Rokkin og greiðir frá ymsum tilburðum har á leiðini.
Niels Juel Arge var føddur 20. august 1920 í Tórshavn, og andaðist 5. mars 1995. Niels Juel hevði ymisk fyrifallandi arbeiði eftir realprógv sítt í 1920, til hann fekk starv í tí nýstovnaða Útvarpi Føroya í 1957. Trý ár seinni gjørdist hann stjóri í útvarpinum og sat í stjórastarvinum frá 1960 til 1990, tá hann mátti gevast vegna aldursmarkið hjá tí almenna. Hann hevur skrivað fleiri hoyrispøl til útvarpið, umframt fleiri yrkisbókmentir. Fyrsta bók hansara, Argjamenn, kom út í 1978. Hann fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 1985.