Meiri er millum himmal og jørð

Rithøvundur: Erling Poulsen

Upplesari: Dánjal Joensen

Fløgur MP3: 1

Fløgur: 4

Tíð: 4 tímar og 25 minuttir

Útgávuár: 1999 (bond), 2009 (fløgur), 2019 (MP3)

 Meiri er millum himmal og jørð mynd av permu

 

Meira er millum himmal og jørð, enn vit vita um. Soleiðis verður mangan tikið til. Nútíðarmenniskja er soleiðis vorðið, at tað treyðugt trýr tí, ið ikki kann prógvast. Tey kalla tað yvirnáttúrliga pátrúgv. Tað stendur einum og hvørjum frítt at trúgva søgunum í bókini, men fyri høvundan eru tær sannar.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2000. Hetta er onnur bókin av tveimum um tað yvirnáttúrliga. Fyrra bókin “Mangt er millum himmal og jørð” kom út í 1995. Erling Poulsen hevur savnað frásagnirnar og Anna M. Brimnes, fólkalívsfrøðingur, hevur skipað søgurnar í tíggju partar:

  1. Fráboðan og ávaring
  2. Teimum var lív lagað
  3. Ófrættatíðindi - feigdarboð
  4. Sanndroymdur
  5. Duld megi rættir hjálpandi hond
  6. Framsíggin
  7. Deyð ganga aftur
  8. Søgur um huldufólk o.o. fyribrigdi
  9. Kirkjugarðssøgur
  10. Ítøkiligar søgur

Erling Poulsen er føddur í 1924 í Vági og andaðist í 2006. Hann var liðugur á Føroya Læraraskúla í 1952. Erling Poulsen arbeiddi við Vágs Skúla, til hann fór frá í 1988. Flutti tá til Havnar at búgva. Erling Poulsen hevur givið fleiri aðrar bøkur út – m.a.: “Víkarbyrgi” í 1990, “Immanuel og aldan” í 1992 og “Grind og bátar” í 1992, “Tjaldrið” í 1997, “Lopra – Niðursetubygd og hvalastøð” í 1998, “Marité” í 2000, “Bjargingarbrøgd 1” í 2001, “Bjargingarbrøgd 2“ í 2002, “Loransstøðin við Eggjarnar” í 2004.

Leita ljóðbøkur fram

Nýggjar ljóðbøkur