Mangt er millum himmal og jørð

Rithøvundur: Erling Poulsen og Torkil Beder

Upplesari: Svenning Tausen

Fløgur MP3: 1

Bond: 3

Tíð: 3 tímar, 4 minuttir

Útgávuár: 1999 (bond), 2019 (MP3)

 Mangt er millum himmal og jørð mynd av permu

 

Meira er millum himmal og jørð, enn vit vita um. Soleiðis verður mangan tikið til. Nútíðarmenniskja er soleiðis vorðið, at tað treyðugt trýr tí, ið ikki kann prógvast. Tey kalla tað yvirnáttúrliga pátrúgv. Tað stendur einum og hvørjum frítt at trúgva søgunum í bókini, men fyri høvundunum báðum eru tær sannar.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út fyrstu ferð í 1995. Hetta er fyrra bókin av tveimum um tað yvirnáttúrliga. Tann seinna hevur heitið “Meiri er millum himmal og jørð” og kom út í 2000. Erling Poulsen og Torkil Beder hava savnað frásagnirnar í hesi bókini, meðan Anna M. Brimnes, fólkalívsfrøðingur, hevur skrivað greinina um pátrúgv og skipað søgurnar soleiðis:

  1. At leggja niður sjógv - 2 søgur
  2. Fyriboðan á báti og skipi og á landi - 8 søgur
  3. Maðurin umborð - 4 søgur
  4. Boðan frá ófrættum og deyða - 9 søgur
  5. Fólk í hamferð og ófrættatíðindi - 15 søgur
  6. Markið millum lív og deyða - 5 søgur
  7. Fólk í hamferð – 4 søgur
  8. Kirkjugarðssøgur – 10 søgur
  9. Ramt er í húsum 14 søgur
  10. Huldusøgur – 11 søgur

Erling Poulsen er føddur í 1924 í Vági og andaðist í 2006. Hann var liðugur á Føroya Læraraskúla í 1952. Erling Poulsen arbeiddi við Vágs Skúla, til hann fór frá í 1988. Flutti tá til Havnar at búgva. Erling Poulsen hevur givið fleiri bøkur út, m.a. um bygdir, skip og hendingar á sjónum.

Torkil Beder er føddur í 1924 í Vági og andaðist í 2007. Hann tók studentsprógv í Havn í 1944 og teologiskt embætisprógv í 1954. Torkil Beder varð settur sóknarprestur á Viðareiði í 1954-1956 og í Fuglafirði í 1956-1989.

Leita ljóðbøkur fram

Nýggjar ljóðbøkur