Alkohol kongur
Rithøvundur: Jack London
Upplesari: Flemming Samuelsen
Fløgur: 8
Tíð: uml. 8 tímar
Útgávuár: 2011
Sjálvsævisøgulig skaldsøga, har kendi rithøvundurin Jack London (1876-1916) sigur frá lívinum sum rúsdrekkamisnýtari og teimum skaðiligu árinunum, sum rúsdrekka hevur á tann einstaka og samfelagið. Eftir hansara tykki var alt ov lætt at fáa fatur á rúsdrekka, og eingin maður var roknaður sum rættur maður, smakkaði hann sær ikki á, nakað hann javnan upplivdi umborð á skipum á veiðiferð í Kyrrahavinum og í havnini í Oaklandi, har ein stórur partur av hesi frásøgnini fer fram.