Í morgin er aftur ein dagur
Rithøvundur: Oddvør Johansen |
Søgan fer fram í Havnini stutt aftan á ár 1900. Símun og Sigurd eru brøður, og tað er Símun, sum sigur frá við støði í dagbókunum hjá Sigurdi. Pápi teirra, Dánjal í Køk, druknar, tá hann roynir at bjarga einum útlendingi, men prestur noktar at hýsa líkinum í kirkjuni, tí hann heldur, at talan er um sjálvmorð. Hjá konuni Angeliku er støðan ikki góð, men hon gevst ikki á hondum. Bókin er ein lýsing av mannalagnum í sorg og gleði og gerandisstríði í eini broytingartíð, tá menningin á landi tekur dik á seg, og tey ognarleysu berjast fyri betri korum.