Annika í Dímun

Rithøvundur: Ingun Christensen                         
Upplesari: Ingun Christensen
Fløgur Mp3: 1
Tíð: 75 minuttir
Útgávuár: 2017

 Annika i Dimun Large

Søgan byggir á kendu søgnina um Anniku í Dímun, sum var søkt á Havnarvág í 16. øld. Annika verður ímóti sínum vilja gift við bóndanum í Dímun, hóast hon er trúlovað Sjúrði. Bóndin doyr brádliga, og Annika verður løgd undir at hava beint fyri honum. Søgan byrjar, tá Annika rennur fyri lívinum undan pápanum, sum hevur tapt hana í kortspæli til dímunarbóndan. Saman við gomlu Guðruni, sum hevur hildið hús hjá pápa Anniku, sýslumanninum, fer hon út í Dímun og verður matmóðir har. Hóast hon verður gift við dímunarbóndanum, heldur hon á at hava samband við Sjúrð, sum í loyndum vitjar í oynna. Sonur bóndans, Tróndur, er tó alt annað enn fegin um Anniku, og hann roynir av øllum alvi at gera lívið trupult fyri hana.

Leita ljóðbøkur fram

Nýggjar ljóðbøkur