Ein dagføring
Rithøvundur: Hanus Samró Lesari: Jákup Dahl Fløgur CD: 7 Fløgur MP3: 1 Tíð: umleið 8 tímar Til lesarar millum 14 og 16 ár.
|
![]() |
Søga fyri ung. Benjamin Smith er júst liðugur við annað árið í Hoydølum, og tað ætlar hann at feira í summarsteðginum. Tað trýtur ikki við møguleikum, tí Benjamin og floksfelagarnir fara bæði til Voxbotn og á G. Trupulleikin er bara tann, at nú er ikki longur møguligt at gera nakað býtt, tí stórur vandi er fyri, at tú verður avmyndaður og lagdur út á Facebook.