Ein er tíðin at liva

Rithøvundur: Steintór Rasmussen
Lesari: Torkil Tórgarð
Kápumynd: Jan Nystrøm
Tal av fløgum: 1 MP3
Tíðin: 10 tímar 56 minuttir
Útgávuár: 2020 (MP3)

 EIN ER TÍÐIN AT LIVA

 

Krimisøga. Fólkaatkvøða hevur verið, og býurin fær aftur navnið Klaksvík. Men tað borgar ikki fyri friði og gaman á staðnum. Sama kvøld sum G! festivalurin setir stevnu, verður farið til fjals og í fjøru at leita eftir einum 14-ára gomlum drongi av Viðareiði. Ongin skilir, hvat kann vera hent. Hevur Kristoffur tikið sítt egna lív ella er hann vorðin offur fyri einari brotsgerð? Næsta dag gerst ruðuleikin fullkomin. Ein politibilur koyrir inn í ein barnagarðsflokk og eitt líkfylgi í Klaksvík. Tað ljóðar, at tvey fólk eru deyð, og at talan møguliga er um eina yvirgangsatsókn. Fólk hava ilt við at trúgva sínum egnu eygum og oyrum. Eru Norðoyggjar vorðnar eitt nýtt Chicago? Ronja Róksdóttir, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, velur at bróta ráðstevnuna í París av. Hennara egni bindiklubbi er eisini raktur av hendingini. Men illgerðir kenna eingi landamørk. Sama vikuskifti flýggjar ein fimtan ára gomul afrikonsk genta úr einum norskum skøkjuhúsið. Heimurin er óndur. Men Gud er góður. Ein er tíðin at liva. Onnur at doyggja.
Krimiraðið er: Deyðin fer í bindiklubb ; Hevndin úr havsins dýpi ; Horvna rósan ; Seytjandi maðurin ; Ein er tíðin at liva.

Leita ljóðbøkur fram

Nýggjar ljóðbøkur