Úti á leysum oyggjum

Rithøvundur og lesari:
Marianna Debes Dahl
Tal av fløgum: 1 MP3
Tíðin: 9 tímar 50 minuttir
Útgávuár:
1998 (bond), 2019 (MP3)

 ÚTI Á LEYSUM OYGGJUM

 

“So koma vit á Havnina í myrkri. Meðan skipið glíður inn móti bryggjuni, eri eg um at fara at tára, tí eg eri við jólaskipinum. Og har niðri á bryggjuni stendur hornljómliðið hjá okkum og spælir jólaløg. Og har er svart av fólki, ið er komið at taka ímóti. Eg vil gráta av lukku. Nú eri eg aftur í mínum vælsignaða váta og runuta landi. Á vegnum heim í hýruvogninum leggur pápi mín armin um meg og sigur so ógviliga smikursøtur: “Nú verður tú bara verandi hjá okkum, ha?” Tá hyggi eg beint fram og sigi avgjørd: “Eg fari niður aftur í januar.” Og so var ikki tosað meira um tað.”
Bókin “Úti á leysum oyggjum” er endurminningar hjá høvundanum tey fyrstu sekstan árini frá 1947 til 1964. Umframt at geva eina frálíka brotakenda tíðarmynd av nevnda tíðarskeiðið, er bókin fyrst og fremst søgan um eina viðkvæma gentu, ið veksur upp og búnast við teimum spurningum, gleðum og sorgum, sum ungdómar til alla tíð fara at gera.

Leita ljóðbøkur fram

Nýggjar ljóðbøkur