Linga og Mallus - Tvey merkisfólk av Skálatoftum
Rithøvundar: Líggjas í Bø Fløgur: 4 Tíð: umleið 4 tímar. Útgávuár: 2014 |
![]() |
Í 1914 fluttu systkini Linga og Mallus saman við foreldrunum av Skálatoftum til Klaksvíkar. Her bygdu tey sær hús norðarlaga á eystursíðuni - at kalla í einingi. Navnið Skálatoftir tóku tey við sær, og hendan trøðin hevur síðan havt sama heiti sum bygdin. Linga og Mallus vóru bæði ógift, og tey búðu á hesum nýggju Skálatoftum alla ævi sína.