Gummi-Tarzan
Rithøvundur: Ole Lund Kirkegaard |
Gummi-Tarzan er ein heit og skemtilig søga um dreingin Ivan Olsen. Alt hjá Ivani miseydnast – at leypa bukk í fimleikatímanum, at klintra í trøum, at sparka fótbólt, at spýta langt – so hann verður eyðmýgdur og happaður í skúlanum. Pápin hevur ikki nógva virðing fyri honum. Men so møtir Ivan eini rættiligari gandakelling og fær eftirlíka øll síni ynski. Ivan verður ein rættur Tarzan í ein dag. Tað gevur honum møguleikan at hevna seg. Men er tað nú loysnin?