Tey, sum ikki eru til

Rithøvundur: Simon Stranger

Týðari: Juli Fagerland

Lesari: Gunnvá Zachariassen

Fløgur MP3: 1

Tíð: 4 tímar, 56 minuttir

Fyri 13 ár og eldri

Útgávuár: 2020 (MP3)
 Tey sum ikki eru til

UM INNIHALDIÐ
Pappírsleys menniskju búgva alla staðni; tey, sum ikki eru til. Hetta onnur bók um Emiliu og Samuel. Emilia hitti flóttan Samuel úr Ghana fyrstu ferð, tá hon ferðaðist við familjuni á Kanariuoyggjunum. Samuel var tá flýggjaður úr Vesturafrika. Ta ferðina royndi Emilia at hjálpa. Kortini varð hann funnin og sendur aftur. Tað seinasta, Emilia gav honum, áðrenn hann varð noyddur av stað, var ein pappírslepi við bústaði hennara á. Nú er Samuel komin til Noregs og stendur uttan fyri sovikamarsvindeygað hjá Emiliu. Hvat nú? Hvat gert tú, tá ið tú fært neyðina so tætt inn á lívið? Hetta eru stórir og truplir spurningar, sum vit dragast við dagin í dag. Hjá summum eru hesir trupulleikar nærri enn hjá øðrum, men í hesari bókini kanst tú lesa um Samuel og hansara søgu. Samuel veit, hvat tað vil siga at lata alt frá sær við vón um eitt nýtt og betri lív í Evropa. Hann hevur gjørt tað fyrr. Nú stendur Samuel uttanfyri húsini, har Emilia býr í Bærum. Aftan fyri seg hevur hann upplivingar, sum ongin í hesum fremmanda landi kann ímynda sær. Hann er fullkomiliga broyttur av ferðini gjøgnum Evropa, av vánaligum arbeiðsviðurskiftum, heimloysi, hungri, misbrúki, neyðtøku, harðskapi og ótryggleika. Nú noyðist Emilia at standa sína roynd. Fær hon hildið lyfti sítt? Megnar hon at hjálpa Samuel?

UM RITHØVUNDAN
Simon Stranger er norskur rithøvundur, føddur í 1976. Hann hevur útbúgving í heimsspeki og trúarsøgu. Hann gav sína fyrstu barnabók út í 2005. Tað var myndabókin Krusedullen. Árið eftir fekk hann Riksmålsprisen fyri Gjengangeren. Ungdómsbókin Barsakh um Emiliu og Samuel kom út í 2009, og Tey, sum ikki eru til kom út í 2014 Simon Stranger hevur skrivað fimm skaldsøgur, seks barnabøkur og tríggjar ungdómsbøkur og var í 2014 í uppskoti til at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Leita ljóðbøkur fram

Nýggjar ljóðbøkur