Eldsins øði

Rithøvundur: Henning Mankell

Týðari: Jákup í Skemmuni

Lesari: Súsanna Tórgarð

Fløgur MP3: 1

Tíð: 5 tímar, 32 minuttir

Fyri 12 ár og eldri

Útgávuár: 2020 (MP3)

 

 ELDSINS ØÐI

 

Okkurt er ikki, sum tað eigur. Armando kemur knappliga heim seinni og seinni um kvøldarnar, og sjálvt um inntøkan á bilverkstaðnum er lítil, so er hann í nýggjum klæðum. Sofía og børnini fáa harafturímóti einki. Tá ið versti illgrunin hjá Sofíu verður staðfestur, er svikið ein veruleiki. Í staðin fyri at svølgja øðina velur Sofía at fara sínar egnu leiðir. Men prísurin verður høgur – fyri tey øll somul.
Bókin “Eldsins øði” er triðja av trimum bókum um gentuna Sofíu, sum hevur mist bæði beinini av eini av mongu minunum, sum liggja grivnar ymsastaðni í jørðini í borgarakrígsherjaða landinum Mosambik. Hon noyðist at stríðast fyri at koma á føtur og liva eitt virðiligt lív. Hennara ókúgandi lyndi ger, at vánirnar fyri at fáa eitt eydnusamt lív eru størri enn hjá so mongum øðrum, sum eru í somu støðu sum hon. Triðja bókin gevur eina livandi mynd av einari ungari kvinnu og stríðnum móti fátækradømi og órætti, av kenslum og vanlagnu hennara í einum av heimsins fátækastu londum.

Leita ljóðbøkur fram

Nýggjar ljóðbøkur