Einaferð var tað : 15 føroysk ævintýr

Ævintýr, Dr. Jacobsen savnaði inn seinast í 19. øld,
endursøgd í nútímans málbúna.

Rithøvundar: Oddfríður M. Rasmussen,
Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Lydia Didriksen og Oddvør Johansen.

Lesarar: Súsanna Tórgarð, Ria Tórgarð, Torkil Tórgarð,
Gunnvá Zachariassen og Hans Tórgarð.

Fløgur MP3: 1

Tíð: 3 tímar, 16 minuttir

Útgávuár: 2019 (MP3)

 Einaferð var tað - mynd av permu

 

Savn við 15 føroyskum ævintýrum, sum Dr. Jakob Jakobsen savnaði á ferðum sínum í Føroyum seinast í 19. øld. Hesi eru ævintýrini:

  1. Vatndrýladrongurin – Oddfríður M. Rasmussen endursegði; Súsanna Tórgarð lesur
  2. Krússapotturin – Arnbjørn Ó. Dalsgarð endursegði; Ria Tórgarð lesur
  3. Kongaríki verðins endi – Lydia Didriksen endursegði; Torkil Tórgarð lesur
  4. Risans klóta – Oddvør Johansen endursegði; Gunnvá Zachariassen lesur
  5. Meistari yvir meistara – Oddfríður M. Rasmussen endursegði; Hans Tórgarð lesur
  6. Øskudólgur – Arnbjørn Ó. Dalsgarð endursegði; Súsanna Tórgarð lesur
  7. Vetil Kongssonur – Lydia Didriksen endursegði; Ria Tórgarð lesur
  8. Snati – Oddfríður M. Rasmussen endursegði; Torkil Tórgarð lesur
  9. Teir sjey svanirnir – Arnbjørn Ó Daslgarð endursegði; Gunnvá Zachariassen lesur
  10. Tað gráa eslið – Lydia Didriksen endursegði; Hans Tórgarð lesur
  11. Drongurin, sum fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum – Lydia Didriksen endursegði; Súsanna Tórgarð lesur
  12. Gullgásin – Arnbjørn Ó Dalsgarð endursegði; Ria Tórgarð lesur
  13. Hin vakra og vitiga drotningin – Oddvør Johansen endursegði; Torkil Tórgarð lesur
  14. Krákudóttir og Kalsdóttir – Oddfríður M. Rasmussen endursegði; Gunnvá Zachariassen lesur
  15. Risin og bóndin – Oddvør Johansen endursegði; Hans Tórgarð lesur

Dr. Jakob Jakobsen var føddur í Havn 22. februar 1864. Hann gekk í realskúla og fór longu 13 ára gamal á Herlufsholm at ganga í skúla, har hann tók studentsprógv í 1883. Í 1891 tók hann embætisprógv í donskum sum høvuðsgrein og fronskum og latíni sum hjágreinum. Í 1897 gjørdist hann doktari við verki um norrønt mál í Hetlandi. Tó at teir ikki vóru á einum máli í málspurningum, samstarvaði Dr. Jakob Jakobsen nógv við V.U.Hammershaimb, málfrøðingi. Í 2014, tá 150 ár vóru síðani, at Dr. Jakob Jakobsen varð borin í heim, var hann heiðraður við nýggjari útgávu av nøkrum av ævintýrunum, hann hevur savnað, í nútímans málbúna. Bókin er nú komin út sum ljóðbók eisini.

Leita ljóðbøkur fram

Nýggjar ljóðbøkur